Uttanlands

Nú eru bert fýra valevni eftir

Á atkvøðugreiðsluni hjá tjóðartingslimunum í konservativa flokkinum í gjár var Tom Tugendhat sorteraður frá – Seinnapartin í dag verður nýggj atkvøðugreiðsla á skránni

Frá vinstru: Rishi Sunak, Liz Truss, Kemi Badenoch, sjónvarpsvertur Julie Etchingham, Tom Tugendhat og Penny Mordaunt. Valevnini eru her avmyndað í sambandi við orðaskifti í sjónvarpinum sunnudagin, og síðani eru fimm valevni blivin til fýra (Mynd: EPA)

Frá vinstru: Rishi Sunak, Liz Truss, Kemi Badenoch, sjónvarpsvertur Julie Etchingham, Tom Tugendhat og Penny Mordaunt. Valevnini eru her avmyndað í sambandi við orðaskifti í sjónvarpinum sunnudagin, og síðani eru fimm valevni blivin til fýra (Mynd: EPA)

2022-07-19 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár atkvøddu limir í konservativa flokkinum enn einaferð um, hvønn tey helst vildu hava at yvirtaka leiðsluna eftir Boris Johnson, og nú eru bert fýra valevni eftir av teimum 11, sum upprunaliga bjóðaðu seg fram.

Í triðu atkvøðugreiðsluni fekk fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Rishi Sunak 115 atkvøður; fyrrverandi verjumálaráðharrin og núverandi ráðharrin í handilsmálum, Penny Mordaunt fekk 82; uttanríkismálaráðharrin Liz Truss fekk 71; Kemi Badenoch, fyrrverandi ráðharri í javnstøðumálum, fekk 58, og Tom Tugendhat, formaður í uttanlandsnevndini í tjóðartinginum, fekk 31.

Hetta merkir, at Tom Tugendhat ikki longur er við í valstríðnum.

Tey 385 konservativu limirnar í bretska tjóðartinginum fara seinni í vikuni at sortera tvey valevni frá afturat, og verður næsta atkvøðugreiðsla klokkan 15 í dag, skrivar Reuters.

Eftirmaðurin hjá Boris Johnson verður kunngjørdur 5. september, eftir at allir 200.000 limir í konservativa flokkinum hava atkvøtt yvir summarið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder