Innanlands

Nú er Delta-frábrigdið staðfest í Føroyum

Ein persónur, sum hevði verið uttanlands, var í farnu viku staðfestur smittaður fýra dagar eftir komu til Føroya

Fólk eiga at vera serliga ansin teir fyrstu fýra dagarnar eftir komu til Føroya, heldur Bjarni á Steig (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fólk eiga at vera serliga ansin teir fyrstu fýra dagarnar eftir komu til Føroya, heldur Bjarni á Steig (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-21 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Delta-frábrigdið av koronu, sum fyrr verð nevnt indiska frábrigdið, er nú staðfest í Føroyum.

Tað váttaði Bjarni á Steig, yvirlækni fyri Útvarpinum á middegi.

Frábrigdið varð staðfest í farnu viku hjá persóni, sum hevði verið uttanlands. Við kanning á fjórða degi varð staðfest, at viðkomandi hevði koronu, og kanningar hava síðani víst, at talan er um Delta-frábrigdið.

Bjarni á Steig heitir í hesum sambandi á fólk, sum hava verið uttanlands um at vera serliga ansin, til tey hava latið seg kanna á fjórða degi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder