2022-05-10 12:55
            
        
         
                
            Fríggjadagin 6. mai varð kókitilmæli lýst fyri Nólsoy. 
Orsøkin var, at bakteriur vórðu staðfestar í drekkivatninum, og í vikuskiftinum og í gjár varð framvegis mælt til at kóka vatnið.
Drekkivatnskanningar vórðu gjørdar í gjár, mánadagin, og tær vístu á bakteriur. Men í dag, 10. mai, vístu, at drekkivatnið í Nólsoy er reint aftur. 
Kókitilmælið er sostatt avlýst, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
 
                
     
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald