Innanlands

Nú er fíggjarlógin til viðgerðar

Røðaralistin er longu langur, og tað vera helst nógvir tímar, áðrenn fíggjarlógin fyri 2025 fer í fíggjarnevndina. Til ber at fylgja viðgerðini á logting.fo

Mánadagin legði Ruth Vang fíggjarlógina fram - nú skal løgtingið viðgerða tað (Mynd: Sverri Egholm)

Mánadagin legði Ruth Vang fíggjarlógina fram - nú skal løgtingið viðgerða tað (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-02 10:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Samlaðu inntøkurnar í 2025 verða 7.436 milliónir krónur, og útreiðslurnar 7.519 milliónir. Hetta eru rakstrar-, løgu- og lánsútreiðslur. Rakstrarútreiðslurnar eru 6.906 milliónir krónur, og løgu- og løgukendar útreiðslur eru 613 milliónir. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2025 vísir sostatt 83 milliónir krónur í halli.

Hetta kom fram, tá fíggjarlógin mánadagin varð løgd fram. Hóast halli lat Ruth Vang, landsstýriskvinna, rímiliga væl at.

Sí eisini: - Tað gongur væl í Føroyum hóast hall

Nú er løgtingið farið í gongd at viðgerða fíggjarlógina. Tingfundurin fór í gongd klokkan 10, og eftir at uppskot til ríkislógartilmæli varð atkvøtt ígjøgnum, fór viðgerðin í gongd. 

Yvir 30 fólk eru á røðaralistanum - millum annað Ruth Vang og løgmaður, Aksel V. Johannesen.

Tað kann verða ein langr dagur í tinginum. Talan er um fyrstu viðgerð, og tað vil siga, at málið fer í fíggjarnevndgin, tá tingfundurin er liðugur.

Til ber at fylgja við á logting.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder