Tað seinasta á skránni á dagsins tingfundi er eldfima málið um fosturøku.
Í fjør varð mál um fría fosturtøku til 12. viku í viðgongutíðini samtykt í Løgtinginum við smølum meiriluta.
Miðflokkurin hevur síðani ynskt at komið við mótsvari, og talan gjørdist um uppskot um at gera eina broyting í nýggju lógini.
Hendan snýr seg millum annað um at hava kravda ráðgeving til kvinnur, sum verlja fosturtøku.
Steffan Klein Poulsen, formaður í Miðflokkinum, er uppskotsstillari. Navn hansara, og navnið hjá nógvum øðrum er á røðaralistanum nú.
Talan er um fyrstu viðgerð, so eingin atkvøðugreiðsla er í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald