Tað verða sonevndu E5-londini, Frakland, Stórabretland, Týskland, Pólland og Italia, umframt ES-stovnar, sum skulu umboða Evropa í friðarsamráðingum um Ukraina.
Tað upplýsti ES-forsetin, António Costa á tíðindafundi eftir óformligan ES-toppfund í Dublin fríggjadagin.
– Støður okkara í samráðingunum eru kendar, og okkara evropeiska toymi verður samskipað við fullari semju. Evropa skal tosa við einari greiðari rødd, sigur hann.
Sambært Ritzau kann væntast, at Nato eisini verður umboðað í samráðingunum.
Hesa vikuna hava samráðingar verið millum Ukraina, Russland og USA í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum, har partarnir samdust um fangabýti. Eisini hava amerikonsk sendifólk verið á fundi við leiðararnar í bæði Russlandi og Ukraina.
Umboð fyri Evropa vóru eisini við í Abu Dhabi. Umboð úr Fraklandi, Stórabretlandi, Týsklandi, Italia og ES hittu amerikaanrar og ukrainar, men russar vóru ikki við á hesum fundinum.
Men nú er avgerð tikin um, at Pólland eisini verður umboðað í komandi samráðingum.
António Costa sigur, at tað er neyðugt at hava nógv umboð fyri Evropa fyri at varða av ymisku áhugamálunum hjá evropearum undir samráðingunum.
Les eisini: – Kunnu ikki gera avtalu uttan Evropa
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald