Innanlands

Nú er klárt at søkja miðlastuðul til verkætlanir

1,4 milliónir krónur eru settar av til endamálið, og freistin at søkja um stuðul til eitt nú greinarøð, heimildarsending, og poddvarp er 23. mai

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-05-09 13:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ber á fyrsta sinni til at søkja um miðlastuðul til verkætlanir.

Talan kann vera um eitt nú til greinarøð, heimildarsending, poddvarp o.a., sum tíðindamiðlar framleiða við journalistiskari dygd og samfelagsligum virði, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Á fíggjarlóigini eru tvær milliónir krónur settar av til miðlastuðulin, og av hesum verða 70 prosent – svarandi til 1,4 milliónir krónur – brúkt til verkætlanarstuðul, og 30 prosent – svarandi til 600.000 krónur – brúkt til rakstrarstuðul, grundað á skjalprógvaðar lønarútreiðslur.

Freistin at søkja verkætlanarstuðul er mánadagin 23. mai klokkan 12.

Allar umsóknir skulu skrivast á serstakt umsóknarblað til verkætlanir, sum liggur á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder