Tíðliga í morgun komu fyrstu skamtarnir av koppingarevninum hjá Pfizer og BioNtech til Danmarkar. Talan er um eina sending á 9.750 skamtar.
Lastbilurin við koppingarevninum steðgaði uttanfyri Statens Serum Institut á Amager beint fyri klokkan seks danska tíð, og nú eru skamtarnir pakkaðir av nýggjum og ávegis út í landið.
Sambært DR verða fyrstu danirnir væntandi koppsettir sunnumorgunin.
Tey fyrstu, sum sleppa framat, verða eldri borgarar á røktarheimum í fimm býum. Nøkur starvsfólk á heilsuøkinum fáa eisini burturav, skrivar TV2.
Føroyar fer eisini at fáa skamtar av koppingarevninum hjá Pfizer og BioNtech komandi vikurnar, og myndugleikarnir vænta, at fyrstu føroyingarnir verða koppsettir fyrst í nýggja árinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald