Uttanlands

Nú er korona aftur staðfest í Wuhan

Mánadagin vórðu fyrstu smittutilburðirnir í yvir eitt ár staðfestir í kinesiska milliónbýnum, har smittan fyrst varð staðfest í 2019, og ætlanin er nú at kanna allar íbúgvar í býnum

Wuhan, Kina (Savnsmynd: EPA)

Wuhan, Kina (Savnsmynd: EPA)

2021-08-03 08:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kinesisku býnum Wuhan er ætlanin nú at kanna allar íbúgvar fyri koronu, eftir at mann hevur staðfest fyrsta lokala smittutilburðin í yvir eitt ár, upplýsir ein embætismaður sambært tíðindastovuni AFP.

Mánadagin vórðu sjey smittutilburðir staðfestir í kinesiska milliónbýnum, har fyrsti koronatilburðurin eisini varð staðfestur fyri yvir hálvumøðrum ári síðani.

Tá eydnaðist tað at steðga smittuspjaðingini við at avbyrgja býin frá restini av Kina í eitt tíðarskeið.

Sambært Ritzau hevur Kina seinastu vikurnar havt eina øking í smittutalinum, og nýggja útbrotið verður lýst sum tað størsta í Kina í fleiri mánaðir.

Í fleiri kinesiskum býum hava íbúgvar fingið boð um at halda seg heima, og eisini verður hópkanning sett í verk í royndini at fáa bilbugt við nýggja útbrotinum, og tey, sum hava verið í samband við ein smittaðan persón skulu í sóttarhald.

Sambært uppgerð frá Johns Hopkins University hevur Kina síðan ársskiftið 2019/2020 skrásett beint omanfyri 105.000 smittutilburðir og 4.848 andlát í sambandi við koronu.

Í Kina búgva 1,4 mia. fólk, so útfrá tølunum hevur landið klárað seg betri enn nógv onnur lond undir hesari farsóttini. Men tølini hjá amerikanska universitetinum vísa bert teir tilburðir, sum eru staðfestir av lokalu heilsumyndugleikunum, og sostatt kann veruliga talið á smittaðum og deyðum vera hægri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder