Innanlands

Nú er lagnan hjá landsstýrismanninum í hondunum á løgmanni

Politiskir viðmerkjarar eru á einum máli um, at Dennis Holm fer úr sessinum

Aksel V. Johannesen hevur lovað at komið fráboðan í dag. Næsti tingfundur er 7. mars, og tá kemur mest sannlíkt eitt misálit, um einki hendir áðrenn (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen hevur lovað at komið fráboðan í dag. Næsti tingfundur er 7. mars, og tá kemur mest sannlíkt eitt misálit, um einki hendir áðrenn (Mynd: Sverri Egholm)

2025-02-27 15:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár kom endaliga niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini í løgtinginum - níggju mánaðir eftir at Árni Skaale úr Fólkaflokkinum kærdi Dennis Holm fyri at óheimilað hava luta ávísar svartkjaftakvotur út. 

Niðurstøðan ljóðaði, eins og fyribils niðurstøðan í januar, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki hevði heimild til tað, sum hann gjørdi. Harvið fekk fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eitt slag av viðhaldi, meðan tey flestu nú vænta, at Dennis Holm skjótt verður fyrrverandi fiskivinnumálaráðharri.

Les eisini: Dennis Holm handlaði í heimildarloysi

Longu í gjár gjørdu fyrrverandi landspolitikkar greitt í sendingini Stjórin á FM1, at her er ilt at síggja ein útveg fyri Dennis Holm. Fyrrverandi Javnaðarløgmaðurin Jóannes Eidesgaard segði, at hann ikki sá núverandi løgmann hava nakað annað val enn at loysa Dennis Holm úr starvi. Tórbjørn Jacobsen er, eins og Dennis Holm, tjóðveldismaður, men hann helt lítið um atburð hansara í sambandi við málið. Heðin Zachariassen, fólkafloksmaður, heldur eisini, at landsstýrismaðurin fer frá á einhvønn hátt.

Í Breddanum hjá Kringvarpinum fyrrapartin tók Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum og redaktørur á in.fo, soleiðis til: 

- Spurningurin er bara, hvussu Dennis Holm fer frá.

Eitt slag av fordømi var málið við Ingilín Didriksen Strøm í fjør. Har atkvøddu Elring  Eidesgaard og Liljan Wiehe hjá Tjóðveldi fyri misáliti á nú fyrrverandi landsstýriskvinnuna. Hetta serliga tí tey ikki kundu ganga ímóti niðurstøðunum hjá Landsstýrismálanevndini.

Spurningurin er so, um tað kemur til misálit aftur hesaferð. Bólturin liggur hjá løgmanni. Hetta varð staðfest í gjár, tá Dennis Holm í fleiri miðlum eisini gjørdi greitt, at hann ikki var heilt samdur við niðurstøðuna og at hann ikki við vilja breyt lógina. Tá staðfesti hann, at hann ikki ætlar at siga seg úr embætinum.

Aksel V. Johannesen segði, at tað er í dag, at hann kemur við einari útmelding um málið. Tað kann verða, at hamarin fellur, ella at bíða verður. Um einki hendir áðrenn 7. mars, tá næsti tingfundur er, er tað mest sannlíkt, at eitt misálit móti Dennis Holm verður reist. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder