Uttanlands

Nú er loyvt at eiga og dyrka kannabis í Týsklandi

Men handil við rúsevnum er tó framvegis ólógligur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-04-01 10:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Øll oman fyri 18 ár, sum eru búsitandi í Týsklandi, kunnu frá í dag bæði dyrka og eiga kannabis. Tað sigur ein nýggj lóg, sum fyrr í ár varð samtykt í týska samveldisdegnum.

Nógva staðni í Týsklandi fegnast tey nú um, at tað ikki longur er ólógligt at rúsa seg við hesum grøna evninum.

Í grannalandinum fyri norðan, Danmark, halda tey nú serligt eyga við hesum evninum, serliga er tað løgreglan í Suðurjútlandi, sum nú ansar eftir at hesi evnini ikki fara at floyma yvir um markið.

- Vit eru á varðhaldi, bæði við markið og inni í landinum, nú nýggja lógin er komin í gildi, sigur Jesper Hansen, virkandi løgregluovasti og leiðari fyri útlendingaeftirlitið í økinum.

Á fleiri økjum er lóggávan ymisk í Týsklandi og í Danmark, og nú ætlar løgreglan serliga at ansa eftir, at týskir ríkisborgarar, sum arbeiða norðan fyri markið, ikki hava evni við sær, sum nú er lógligt sunnan fyri markið, men bannað norðanfyri.

- Tað er líka mikið, um ein er týskur ella danskur ríkisborgari. Verður persónur tikin við hassji uppi á sær við markið, so er revsingin tann sama fyri øll. Og tað er ein bót, sigur Jesper Hansen.

Sambært nýggju týsku lógini, er tað nú lógligt at hava upp til 50 gramm av kannabis ella kannabisplantum heima hjá sær sjálvum, og 25 gramm um ein ferðast í almenna rúminum.

Frá 1. juli verða kannabisklubbar við upp til 500 limum gjørdir lógligir. Á slíkum klubbum verður loyvt at dyrka kannabis í størri mongdum, og limirnir kunnu fáa 50 gramm í úrtøku um mánaðin.

Tað er framvegis ólógligt at keypa og selja kannabis í Týsklandi. Endamálið við nýggju lógini er at avmarka svarta marknaðin við rúsevnum, skrivar Danmaris Radio.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder