22 ára gamla pakistanska stríðskvinnan er nú liðug við sína útbúgving á bretska Oxford universitetinum. Hesum boðaði hon frá á Twitter fríggjadagin.
– Tað er torført hjá mær at seta orð á, hvussu glað og takksom eg eri, nú eg eri liðug at lesa heimspeki, politikk og búskaparfrøði á Oxford. Eg veit ikki, hvat liggur fyri framman, men nú verður tað Netflix, lesing og svøvnur, sigur hon sambært Ritzau.
Tað var í 2014, at Malala Yousafzai, sum tá var 17 ára gomul, fekk Friðarheiðursløn Nobels fyri at arbeiða fyri rættindinum hjá øllum børnum at nema sær útbúgving. Heiðurslønina fekk hon saman við indiska barnarættindastríðsmanninum Kailash Satyarthi.
Í 2012 varð Malala Yousafzai skotin í høvdið av einum taliban-stríðsmanni. Hon gjørdist eitt mál hjá Taliban-rørsluni, eftir at hon sum 11 ára gomul hevði skrivað til bretska BBC um, hvussu tað var at liva undir pakistanska Taliban-stýrinum.
Álopsmaðurin møtti upp á skúla hennara og skeyt eftir henni og tveimum floksfeløgum á einum bussi. Unga stríðskvinnan varð flutt á sjúkrahús í Pakistan og varð seinni flutt til Onglands til fleiri skurðviðgerðir. Síðani byrjaði hon í skúla í Onglandi, har hon endaði við at sleppa inn á universitetið í Oxford.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald