- Dagurin í dag - dagligdagur fyri summi, nakað heilt serstakt fyri okkum.
Soleiðis bryjar Klaksvíkar Sjúkrahús eitt stutt skriv á Facebook-síðu sínari seinnapartin. Hetta í samband við at nógv umrøddi MR-skannarin fyrrapartin kom uppá pláss í Klaksvík.
- Hetta er dagurin, sum vit hava miðað okkum eftir seinastu mánaðarnar, og vit kunnu nú fegnast um, at alt arbeiðið rundan um MR-kabinuna, byggiarbeiðið og tær mongu teknisku installatiónirnar hava gingið væl og fullkomiliga eftir tíðarætlanini, ið Siemens og Landsverk hava stungið út í kortið.
Sonevndi Tesla 3 MR-skannarin er ein gáva frá fyritøkum, og skal hann gera møguleikarnir betri.
Næsta stigið er, at Siemens fer at installera sjálvan skannaran og royndarkoyra hann, so hann verður klárur at taka ímóti sjúklingum í viku 21, skrivar Klaksvíkar Sjúkrahús.
Tað vil siga, at skannarin helst er til reiðar at nýta seint í mai - vika 21 byrjar mánadagin 23. mai.
Nógv hava virkað fyri at hetta skal eydnast (Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús/Petur Martin Solmunde)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald