Mentan

Nú er nýggja plátan hjá Eivør her

Á Tungl eru sangir, sum eru skrivaðir seinastu árini - teir eru merkir av, at Eivør flutti heim aftur til Føroya.Útgávukonsertir verða í Norðurlandahúsinum í kvøld og leygarkvøldið, og útlenskur áhugi merkiskt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-16 13:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eivør hevur í dag latið nýggju plátu sína Tungl, umframt eitt sjónbandalag, av hondum og seinni verður útgavukonsert.

Ein pláta merkt av heimkomuni
Løgini á TUNGL eru skrivað seinastu árini, eftir at Eivør flutti heim aftur til Føroya. Sambært henni hevur heimkoman sett sín dám á bæði tónleikin og huglagið á plátuni.

- Tónleikaliga kennist henda plátan sum at koma heim hjá mær, samstundis sum hon eisini hyggur frameftir. Sangirnir snúgva seg um tær stóru kenslurnar í lívinum – kærleika, dirvi, myrkur og ljós.

Tungl er eitt fornnorrønt orð fyri mána, sum vit eisini hava varðveitt her heima í Føroyum.

- Eg havi altíð elskað hetta orðið, og eg vóni, at sangirnir kunnu verða sum eitt sindur av mánalýsi í myrkrinum fyri onkran.“

Sjónbandalag við Gwenael Akira

Í sambandi við útgávuna er eisini eitt nýtt sjónbandalag komið út til lagið „Og mánin græt“, sum er fyrsta lagið á plátuni.

Sjónbandalagið hevur Eivør skapt saman við góða vini og samstarvsfelaga sínum, Gwenael Akira. Sambært Eivør varð sjónbandalagið til nærum av tilvild.

„Eg og Gwenael fóru at eksperimentera við nøkrum myndum og stuttum videobrotum, sum vit bæði gjørdust so hugtikin av, at vit ikki kláraðu at lata vera við at arbeiða víðari við teimum. Eg hevði júst víst Gwenael nýggju plátuna, og vit vóru skjótt samd um, at hetta var byrjanin til sjónbandalagið til júst hetta lagið.

Eg elski at arbeiða saman við Gwenael. Hann er eitt ótrúliga listafólk, og megnar so væl at umseta tónleik til myndir. At skapa hetta saman við honum kendist sum at skriva ein sang saman. Hann hevur ein heilt serligan musikalitet í síni skapan.

Sjónbandalagið kann hoyrast ovast - ella á Youtube-síðuni hjá Eivør

Stórur altjóða áhugi fyri útgávuni
Seinastu árini er áhoyraraskarin hjá Eivør uttanlands vaksin munandi. Í sambandi við nýggju plátuna hava fleiri útlendsk tíðindafólk leitað sær til Føroya fyri at uppliva útgávukonsertirnar, sum verða í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 16. oktober og leygarkvøldið 17. oktober.

Millum útlendsku miðlarnar, sum verða umboðaðir, eru franska tónleikatíðarritið Rolling Stone og týska tónleikatíðarritið Musikexpress.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder