Í dag varð Søren Gade úr Vinstra, sum væntað, valdur til formaður í Fólkatinginum, eftir at ein meiriluti av flokkunum á Christiansborg hevði boðað frá, at teir tóku undir við tilnevningini.
Hann kemur í staðin fyri Henrik Dam Kristensen úr danska javnaðarflokkinum, sum ikki stillaði uppaftur á seinasta fólkatingsvali fyri góðum tveimum vikum síðani.
Søren Gade er aftur í Fólkatinginum eftir, at hann síðan 2019 hevur sitið í ES-tinginum. Hann varð fyrstu ferð valdur á Fólkating í 2001, og hevur hann m.a. verið verjumálaráðharri.
Undir sær hevur Søren Gade fýra næstformenn. 1. næstformaður er Leif Lahn Jensen úr danska javnaðarflokkinum, Jeppe Søe úr Moderaterne verður 2. næstformaður, og Karsten Hønge hjá SF og Karina Adsbøl hjá Danmarksdemokraterne verða ávikavíst 3. og 4. næstformaður, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald