Innanlands

Nú er triðja viðgerð av fíggjarlógini í gongd

32 broytingaruppskot eru, og røðaralistin er lagnur

2021-12-17 15:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Upprunaliga skuldi viðgerðin byrja klokkan tíggju, men tey mongu broytingaruppskotini gjørdu, at neyðugt varð at útseta í nakrar tímar.

Tá samanumkom varð talan um 32 broytingaruppskot, sambært heimasíðu løgtingsins, har til ber at stroyma tingfundin. 

Beint eftir klokkan trý varð farið í gongd, og nógv vilja sleppa framat at røða. Í løtuni er Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini, á pallinum, og tjúgu onnur eru í "bíðirøð".

Tískil kann talan gerast um eitt langt kvøld í Løgtinginum.

Til ber eisini at hyggja og lurta í Kringvarpinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder