Uttanlands

Nú er Ulf Kristersson valdur til forsætisráðharra

Fyri fyrstu ferð í átta ár hevur Svøríki fingið ein borgarligan forsætisráðharra

Ulf Kristersson er 35. svenski forsætisráðharrin (Mynd: EPA)

Ulf Kristersson er 35. svenski forsætisráðharrin (Mynd: EPA)

2022-10-17 13:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag gjørdist Ulf Kristersson úr Moderaterna nýggjur svenskur forsætisráðharri, tá ein meirilut í ríkisdegnum tók undir við at útnevna hann til forsætisráðharra.

176 atkvøddu fyri, og 173 atkvøddu ímóti.

– Eg eri takksamur. Eg fegnist um ta álitið, eg havi fingið frá ríkisdegnum, sigur nýggi svenski forsætisráðharrin sambært Ritzau.

Í nýggju svensku stjórnini eru flokkarnar Moderaterna, Kristdemokraterna og Liberalerna. Sverigedemokraterna verður stuðulsflokkur.

Nú skal Ulf Kristersson finna sínar ráðharrar, og týsdagin skal hann kunngera nýggja stjórn sína.

Ulf Kristersson er 35. forsætisráðharrin í Svøríki. Hann verður fyrsti borgarligi forsætisráðharrin í Svøríki í átta ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder