
Eingin lóggáva er á økinum, og ein integratiónslóg hevur harvið verið eftirlýst leingi. Nú er hon so á veg - Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur í dag kunngjørt uppskot til løgtingslóg um integratión.
- Í Føroyum er eingin integratiónslóg, og talan er sostatt um nýggja lóggávu. Talið av tilflytarum í Føroyum økist støðugt, og tí veksur tørvurin á væl skipaðari integratión eisini. Lógin hevur til endamáls at tryggja, at tilflytarar fáa møguleika at gagnnýta sínar førleikar og síni evni á ein hátt, sum gevur teimum møguleika at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við aðrar borgarar og í samsvari við grundleggjandi virði og normar í føroyska samfelagnum. Lógin skal stuðla undir, at tilflytarum verður tryggjað høvi at gerast partur av politiskum, fíggjarligum, arbeiðsmarknaðarligum, sosialum og mentanarligum sambondum.
Umframt at tryggja mongu tilflytarunum góðar møguleikar til tilflytar, skal hon eisini tryggja, at tey sum koma til landið, millum annað vita hvat tey koma til
- Lógin skal eisini tryggja, at hvør einstakur tilflytari er kunnaður um treytir, krøv og møguleikar, sum eru galdandi í samfelagnum. Ætlanin er at seta sum treyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, at tilflytarar hava víst í verki, at teir vilja vera partur av føroyska samfelagnum. Hesar treytir verða ásettar í útlendingalógini, men um tað skal bera til at seta slíkar treytir, má eitt hóskandi integratióstilboð eisini vera tøkt. Í fyrstu atløgu gevur lógin tí myndugleikum heimildir at seta í verk, fremja og fíggja integratiónsfremjandi tiltøk og átøk, m.a. undirvísing í Føroyskum sum annaðmál, sum Mentamálaráðið hevur ment og sett í verk.
Sambært lógini verða millum annað tiltøk sum ein innleiðandi integratiónssamrøða fyri tilflyrarar sett í verk.
Landstýrismaðurin sigur, at tað er upp til samfelagið og tann einstaka borgaran, umframt myndugleikarnar, at vera til reiðar at taka ímóti og fáa integratiónstilgongdini at glíða væl:
- Nógvir útlendingar flyta til Føroya við tí endamáli at verða verandi og skapa sær ein gerandisdag í Føroyum, og tá er umráðandi at samfelagið sum heild er til reiðar at taka ímóti teimum. Tað liggur tískil stór ábyrgd ikki bara á myndugleikunum, men eisini hvørjum einstøkum borgara her í landinum at gera sítt til, at integratiónin eydnast væl. Integratiónslógin er eitt týðandi stig á hesi leið.”
Til ber at lesa alla lógina á heimasíðuni uvmr.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald