Vágs Kommuna er nú vorðin partur av Vanganum. Hetta merkir, at vágbingar og onnur nú talgilt kunnu avgreiða m.a. bústaðarflytingar, biðja um bátapláss og søkja um mentanarstuðul.
Kommunan hevur í eina tíð arbeitt miðvíst við at fáa ymsar borgaratænastur mentar til Vangan. Hetta arbeiðið er nú komið á mál, og í dag ber til hjá vágbingum og øðrum, ið skulu avgreiða eitthvørt við kommununa, at avgreiða hetta umvegis Vangan.
Talan er um 13 sjálvavgreiðslur, sum nú eru á Vanganum. Sjálvavgreiðslurnar eru: bátapláss, bálloyvi, bústaðarváttan, bústaðarflyting, bústaðaryvirlit, byggiloyvi, umbiðja dagstovnapláss, uppsiga dagstovnapláss, fráboðan til kommununa, frípláss, mentanarstuðul, P-tals váttan og tiltak á kommunalum øki.
Sjálvavgreiðslurnar eru tøkar á Vanganum undir tænastuveitarum og á heimasíðuni hjá Vágs Kommunu. Heimasíðan vagur.fo er knýtt saman við Vanganum, og knýtið ger, at borgarar og onnur kunnu trýsta á sjálvavgreiðslurnar beinleiðis frá heimasíðuni. Atgongdin til sjálvavgreiðslurnar er bæði undir Oyðubløð og á ymsu síðunum á heimasíðuni.
Arbeitt verður víðari at menna fleiri sjálvavgreiðslur til Vangan. Arbeiðið er eitt samstarv millum Talgildu Føroyar, kommunurnar og almennar stovnar. Í Vanganum er dentur lagdur á trygd og brúkaravinsemi.
Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald