Uttanlands

Nú er Zuma royndarleyslatin

Í gjár varð fyrrverandi suðurafrikanski forsetin, Jacob Zuma, sum í summar fekk ein dóm á 15 mánaðir, royndarleyslatin av heilsuávum – Hann hevur verið innlagdur síðan 6. august

Jacob Zuma varð Í juni funnin sekur í vanvirðing fyri rættinum, tí hann fyrr í ár ikki møtti upp í einum máli móti honum, har hann m.a. er skuldsettur fyri mutur, avnoyðslu og hvítvask (Mynd: EPA)

Jacob Zuma varð Í juni funnin sekur í vanvirðing fyri rættinum, tí hann fyrr í ár ikki møtti upp í einum máli móti honum, har hann m.a. er skuldsettur fyri mutur, avnoyðslu og hvítvask (Mynd: EPA)

2021-09-06 08:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eru bert tveir mánaðir síðan, at fyrrverandi suðurafrikanski forsetin Jacob Zuma varð dømdur 15 mánaðar fongsulsrevsing, men longu nú sær út til, at tíð hansara í fongslinum er liðin.

Fongsulsmyndugleikarnir upplýsa nevniliga, at hann er vorðin royndarleyslatin av heilsuávum.

Í juni varð Jacob Zuma funnin sekur í vanvirðing fyri rættinum, tí hann fyrr í ár ikki møtti upp í einum máli móti honum um mutur. 8. juli byrjaði fongsulsrevsing hansara, men síðan 6. august hevur hann verið innlagdur uttanfyri fongslið, og líkt er ikki til, at hann skal inn aftur at sita.

Í sambandi við royndarleyslatingini skal Zuma liva upp til ávísar treytir og vera undir eftirliti, inntil dómurin er liðin. Upplýst verður, at tað var ein "heilsufrágreiðing", sum var orsøkin til, at avgjørt var at royndarleyslata 79 ára gamla Zuma, skrivar Ritzau.

Hann varð innlagdur í august til eygleiðingar orsakað av ókendum heilsutrupulleikum. 14. august varð hann skurðviðgjørdur, og er hann framvegis innlagdur.

Drúgva mutursmálið móti Zuma er útsett ferð eftir ferð. Í august varð tað útsett til 9. september, meðan bíðað varð eftir fleiri heilsufakligum upplýsingum.

Zuma er skuldsettur fyri svik, mutur, avnoyðslu og hvítvask í sambandi við keyp av vápnum frá fimm evropeiskum vápnafyritøkum í 1999. Tá var hann varaforseti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder