Bæði Grikkaland og Kekkia hava nú gjørt av at fara upp í samgonguna av londum, sum samstarva um av venja F16-flogskiparar og mekanikarar til Ukraina.
Tað sigur danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, sum er á ráðharrafundi hjá ES í Toledo í Spania. Samgongan byrjaði við fýra londum, sum nú eru komin upp á 13.
Danski ráðharrin væntar, at fleiri lond fara at leggjast afturat henda komandi mánaðin.
Enn er óvist hvat tey bæði nýggju londini fara at koma við í samstarvinum.
- Vit koma at tosa um tað. Vit halda fundir á embætisfólkastigi hvørja viku, greiðir Troels Lund Poulsen frá fyri Danmarks Radio. Tað eru Danmark og Niðurlond, sum hava leiðsluna í samstarvinum.
Higartil eru tað bert Danmark, Niðurlond og Noreg sum hava latið F16-flogfør, men eisini her roknar danski verjumálaráðharrin við, at fleiri lond fara at leggjast afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald