2020-10-30 12:50

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Støðan er framvegis tann, at tilsamans 494 eru staðfest positiv í Føroyum. Nú eru 480 teirra staðfest frísk aftur, og sostatt eru 14 positiv eftir.
Í løtuni er eingin innlagdur við covid-19 í Føroyum. 32 eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald