Uttanlands

Nú eru 22 funnin deyð í Florida – 126 enn ikki komin afturíaftur

Vónin um at finna fleiri á lívi í leivdunum av íbúðarbugninginum, sum rapaði í amerikanska statinum í farnu viku, minkar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-07-03 14:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 22 fólk funnin deyð í leivdunum av íbúðarbygninginum í Surfside í amerikanska statinum Florida, sum rapaði í farnu viku.

Fýra fólk vórðu funnin í gjár, og millum teirra var ein sjey ára gomul genta, sum var dóttir ein av lokalu sløkkiliðsfólkunum.

126 persónar eru framvegis ikki komnir afturíaftur. Bjargingarfólk hava arbeitt alt samdøgrið, og vónin um at finna fleiri á lívi minkar alsamt.

Íbúðarbygningurin hevði 12 hæddir við tilsamans 130 íbúðum. Bygningurin var yvir 40 ára gamal.

Sambært Ritzau ynskja myndugleikarnir, at bjargingarfólkini gera skjótt av við bjargingararbeiðinum. Tað er ikki bert orsakað av vónini um at finna fleiri fólk á lívi. Veðurforsøgnin ávarar um, at ein ódn fer at raka Florida innan fáar dagar, og ódnin, sum hevur fingið navnið Elsa, kann seinka bjargingararbeiðið.

Bjargingarfólkini fáa hjálp frá serfrøðingum úr bæði USA, Meksiko og Ísrael.

Hósdagin vóru amerikanski forsetin, Joe Biden og forsetafrúan Jill Biden og vitjaðu vanlukkustaðið, har tey hittu familjur, sum vórðu raktar av vanlukkuni, og takkaðu bjargingarfólkunum fyri teirra arbeiði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder