Innanlands

Nú eru 28 smittað í Føroyum

Seinasta samdøgrið er ein persónur afturat staðfestur smittaður við koronu, og átta eru staðfestir frískir aftur

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-13 09:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrradagin var fyrstu ferð síðan 30. mai, at eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í Føroyum, men í gjár var aftur ein nýggjur tilburður staðfestur.

Talan er um ein tilburð frá kendari smittukeldu, skrivar corona.fo.

Seinasta samdøgrið eru átta persónar afturat eisini staðfestir frískir, og sostatt minkar talið á smittaðum í Føroyum niður í 28.

Støðan er nú tann, at 756 persónar hava fingið staðfest koronu í Føroyum, og at 727 eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

490 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 292.647 kanningar gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder