Innanlands

Nú eru 3000 metrar sprongdir í alt

Tað gongur við rúkandi ferð at bora nýggju tunlarnar norður um Fjall

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-19 15:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðið at gera nýggju tunlarnar norður um Fjal gongur væl, og nú eru tað sprongdir 3.000 metrar tilsamans. Hetta er í báðum tunlum.

Í Árnafjarðar tunlinum eru 1370 metrar av 1890 boraðir. Í Hvannasunds tunlinum eru 1630 metrar av 2195 metrum boraðir.

Nú 3.000 metrar vóru sprongdir, var hugnaløta fyri arbeiðsfólki í Árnafirði. 

Eftir ætlan skal skulu tunlarnir verða lidnir í 2024. Samlaða metingin í verklagslógini er 522 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder