40 fólk, sum hava verið umborð á norska ferðamannaskipinum Roald Amundsen hava nú fingið staðfest koronasmittuna, og norsku heilsumyndugleikarnir ætla nú at kanna, um eigarin, fyritøkan Hurtigruten, hevur brotið reglurnar.
Talið á smittaðum er nógv økt, síðan heilt fáir tilburðir vórðu staðfestir fríggjadagin.
32 av teimum smittaðu eru partur av manningini og eru úr Filipsoyggjunum.
Tað eru serliga tvær fráferðir, sum myndugleikarnir leggja dent á. Tann fyrra var 17. juli og hin seinna 24. juli. Á hesum fráferðum hava verið 386 ferðafólk. Manningin telur 160, og sunnudagin vóru 36 teirra staðfest smittað, umframt fýra ferðafólk.
Samtaksstjórin í Hurtigruten, Daniel Skjeldam, upplýsir, sambært Ritzau, at manningin úr Filipsoyggjunum møtti beinleiðis til arbeiðis uttan at hava verið í sóttarhaldi og uttan at hava latið seg kanna í Noregi. Hetta samsvarar við altjóða reglur, men hava tey síðani sett í verk strangari krøv um kanning av manningini, sigur hann.
Sambært norsku myndugleikunum, er hetta ikki rætt, tí øll, sum skulu mynstra á einum skipi, skulu fyrst í sóttarhald í Noregi, og síðani skulu tey kannast á norskari jørð. Løgreglan í Tromsø, har skipið nú liggur, fer at kanna málið.
Í gjár varð upplýst, at 154 av manningini eru í sóttarhaldi, og tað sama eru 60 ferðafólk, sum fóru av skipinum fríggjadagin. Nógv onnur, sum hava ferðast við skipinum, bíðaðu eisini eftir kanningarúrsliti.
Sambært yvirlækna á norska Folkhelseinstituttet, stendur eitt stórt smittusporingararbeiði fyri framan, og kann tað taka fleiri vikur, áðrenn avleiðingarnar síggjast av koronaútbrotinum umborð á Roald Amundsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald