
Í gjár, týsdagin 2. november, vórðu 260 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum.
115 fólk fingu fyrsta prikið, 60 fólk fingu annað prik, og 85 fólk fingu triðja prikið. Hetta upplýsir corona.fo.
Hetta merkir, at nú er talið av koppsettum farið uppum 40.000 - tað er 40.002. Hetta svarar til beint undir tríggir fjórðingar av íbúgvunum í Føroyum, men heili 89,6 prosent av teimum yvir tólv ár.
Tað at 38.006 fólk hava fingið koppseting nummar tvey merkir, at 85,1 prosent av teimum yvir tólv hava fingið hesa, og harvið er ta floksórin, ið varð eftirlýst nógv fyrr í ár, á pappírinum uppnátt.
Tað ber tó ikki longur til at eyðmerkja tey sum liðugt koppsett, tí serfrøðingar hava mett, at ein triðja koppseting fyri koronu í øllum førum er neyðug. Seinastu vikurnar er gongd veruliga komið á at geva hesa, og 1.682 fólk hava fingið trý prik. Hetta eru serliga tey, sum eru serliga útsett, starvst í heilsuverkinum og so tey sum fingu prik nummar tvey fyri yvir einum hálvum ári síðani.
Tilsamans 79.690 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald