2021-11-11 15:46

Í gjár vóru 48 nýggir koronutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Í løtuni eru 618 smittað – tíggju færri enn í gjár. Fimm eru innløgd, og átta eru nú deyð við koronu í Føroyum, skrivar korona.fo. Tað eru tvey fleiri enn í gjár.
2471 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald