2021-12-22 17:01

Nú eru tilsamans 10.590 metrar boraðir av teimum 10.785 metrunum, sum skulu borast í Sandoyartunlinum.
Síðan 13. desember og fram til í gjár, tá arbeiðið fór í jólafrí, eru boraðir 74 metrar frá Gomlurætt, ið er einasta staðið, borað verður í løtuni. Arbeiðið at bora í Traðardali endaði nevniliga síðst í november.
Byrjað var at bora á sumri 2019, og nú eru bert 195 metrar eftir, til skotið verður í gjøgnum. Ætlandi verður koyrandi ígjøgnum tunnilin í desember 2023, og mett verður, at 300-400 bilar fara at koyra ígjøgnum tunnilin um samdøgrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald