Innanlands

Nú eru bert tveir persónar smittaðir

Fýra persónar eru staðfestir frískir aftur seinasta samdøgrið

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-05-16 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið eru fýra persónar staðfestir frískir aftur, eftir at teir hava verið smittaðir við koronu, og sostatt eru bert tveir smittaðir persónar eftir í Føroyum í løtuni, upplýsir corona.fo.

Eingin tilburður er staðfestur seinasta samdøgrið, og tí er støðan framvegis tann, at 670 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Nú eru 667 av teimum staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

201 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 259.694 kanningar í Føroyum.

Í løtuni eru 28 persónar í sóttarhaldi. Tað er 40 færri enn í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder