Hjúnaskilnaðurin millum Microsoft-miliardingin Bill Gates og konuna, Melinda Gates er nú endaliga avgreiddur.
Tað var 3. mai, at tey bæði søktu um hjúnaskilnað eftir at hava verið gift í 27 ár, og mánadagin vórðu tey so endiliga skild.
Bill Gates segði í vár, at tey longu høvdu avtalað, hvussu teirra felags ognir skuldu býtast. Eisini varð upplýst, at tey framvegis fara at samstarva um teirra felags grunn, Bill & Melinda Gates Foundation.
Bill Gates hevur, síðan grunnurin varð stovnaður í ár 2000, latið uml. 35,8 mia. dollarar til grunnin, sum m.a. letur pengar til eina røð av vælgerandi endamálum sum stríðið móti aids og fátækradømi, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald