Nú eru fimm lík funnin eftir skriðulopið, sum mikudagin rakti norska býin Ask norðanfyri høvuðsstaðin Oslo.
Tað upplýsir norska løgreglan fyri NRK.
Eitt lík varð funnið fríggjadagin, trý vórðu funnin í gjár, og tað fimta varð funnið tíðliga í morgun.
Higartil hevur løgreglan bert eyðmerkt eitt av líkunum – ein 31 ára gamal maður, sum varð funnin í gjár.
Enn eru fimm fólk saknaði eftir skriðulopið, og løgregla, sløkkilið og onnur hava seinastu tíðina leitað um alt samdøgrið við vón um at finna fólk á lívi, skrivar Ritzau.
Bjargingararbeiðið er tó trupult, av tí at umstøðurnar í vanlukkuøkinum eru óstøðugar.
Síðan vanlukkuna eru fleiri enn 1.000 fólk flutt burtur úr økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald