Innanlands

Nú eru fimm smittað eftir

Ein persónur er staðfestur frískur seinasta samdøgrið

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-05-12 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið er eingin nýggjur smittutilburður staðfestur í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Tó er ein persónur staðfestur frískur aftur, og sostatt er talið á smittaðum komið niður á fimm.

255 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar - uttan tvær - eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 258.096 kanningar í Føroyum, skrivar corona.fo.

669 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 663 persónar eru nú staðfestir frískir aftur, og ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder