Innanlands

Nú eru næstan 36.000 fólk koppsett

447 fólk vórðu koppsett í gjár, og nú eru 67,3 prosent av fólkinum koppsett fyri koronu, og 61,7 prosent eru liðugt koppsett

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-13 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 68.843 koppsetingar gjørdar í Føroyum.

35.928 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 32.915 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Hetta merkir, at 67,3 prosent av fólkatalinum eru koppsett fyri koronu, og at 61,7 prosent av fólkatalinum eru liðugt koppsett, skrivar corona.fo.

Í gjár vórðu 447 fólk koppsett. 134 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 313 fólk fingu seinnu koppsetingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder