
Smittutølini eru nógv vaksin seinastu tíðina, og samstundis er meira ferð komið á koppsetingargongdina, har tað millum annað eru yvir 1.500, ið hava fingið triðja prikið, og har talið av teimum, sum byrja koppsetingargongdina gongur nakað skjótari uppeftir.
Í gjár, mánadagin 1. november, vórðu 423 fólk koppsett fyri koronu. 138 fólk fingu fyrsta prikið og 99 prik nummar tvey. 186 fólk fingu triðja prikið.
- Nú hava 39.886 fólk fingið fyrstu koppsetingina. 37.946 fólk hava fingið aðru koppsetingina. 1.561 fólk hava fingið trý prik, skrivar corona.fo.
Øll hesi tølini merkja, at samanlagda talið næstan er 80.000 - 79.393 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald