
Í gjár vórðu 451 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. Koppsett varð á bústovnum í Suðuroynni og á Landssjúkrahúsinum, skrivar corona.fo.
18 av fólkunum fingu fyrstu koppseting - 433 fingu seinnu koppsetingina. Tilsamans eru 4190 sproytaði einaferð - 2523 fólk hava fingið seinna prikið og eru harvið liðugt koppsett.
Tað merkir, at nú eru tilsamans 6816 koppsetingar gjørdar í Føroyum.
Nú verður ein stuttur steðgur í koppsetingini, meðan bíðað verður eftir meira koppingarevni. Eftir ætlan kemur ein nýggj sending við umleið 1300 skamtum til Føroya fríggjakvøldið, og so verður koppsetingin tikin upp aftur fyrst í næstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald