Uttanlands

Nú eru nýsælendsku landamørkini aftur opin

Landið hevur verið stongt fyri nærum øllum útlendskum ferðafólkum síðan mars 2020, men frá í dag sleppa ferðandi úr uml. 60 londum aftur at ferðast til Nýsælands

Jacinda Ardern, forsætisráðharri í Nýsælandi (Mynd: EPA)

Jacinda Ardern, forsætisráðharri í Nýsælandi (Mynd: EPA)

2022-05-02 18:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýsæland hevur í dag latið upp landamørkini fyri altjóða ferðandi úr uml. 60 londum – eftir tvey ár við afturlating.

Nýsæland stongdi landið fyri nærum øllum ferðafólki í mars 2020 orsakað av koronafarsóttini, men nú sleppa fólk aftur at ferðast til Nýsælands – um tey also eru liðugt koppsett fyri koronu og kunnu vísa á eitt negativt kanningarúrslit.

Landamørkini eru latin upp fyri ferðandi úr m.a. Danmark, Eysturríki, Belgia, Finnlandi, Íslandi, Svøríki, Noregi, Hollandi, Spania, Suðurkorea og Brasil.

Stuart Nash, nýsælendskur ráðharri í ferðavinnumálum, sigur, at tey vænta, at túsundatals ferðafólk fara at lenda í Nýsælandi í dag.

– Í dag er ein veitsludagur. Hetta er ein stór løta í mun til, at vit verða bundin saman við restini av heiminum aftur, sigur hann sambært Ritzau.

Hetta snýr seg ikki bert um at fáa familjur og vinfólk saman aftur, men eisini um at styrkja nýsælendska búskapin, leggur Stuart Nash afturat.

Væntað verður, at uml. 33.000 ferðafólk fara at koma til landið um vikuna, og hetta talið fer væntandi at vaksa, tá eftirlitið við landamørkini verður linkað uppaftur meira. Eftir ætlan lata landamørkini fullkomiliga upp í oktober.

Undir koronufarsóttini hevur Nýsæland skrásett munandi færri smittutilburðir og andlát enn nógv onnur lond, og tað hevur m.a. verið orsakað av strangum tiltøkum, eitt nú afturlatingin av landamørkunum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder