Innanlands

Nú eru skeltini í Hoydølum tikin niður

Hóast ongar koronukanningar hava verið gjørdar í Hoydølum síðan 28. februar varð avgjørt at lata skeltini hanga í eina tíð, um tað skuldi hent, at smittan av álvara tók seg upp aftur, men tað hendi tíbetur ikki, og eru skeltini nú tikin niður

(Mynd: Landssjúkrahúsið/Facebook)

(Mynd: Landssjúkrahúsið/Facebook)

2022-03-30 11:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir 28. februar gavst Sjúkrahúsverkið at hópkanna fyri koronu.

Seinastu tíðina fóru koronukanningarnar í høvuðsstaðnum fram í gamla studentaskúlanum í Hoydølum, og í gjár vórðu skeltini, sum vístu til kanningarøkið, endiliga tikin niður.

– Tá Sjúkrahúsverkið fyri sløkum mánaða síðani steðgaði við hópkanningunum, mettu vit, at frægast var at lata skeltini hanga í eina tíð, í fall at smittan av álvara tók seg uppaftur, skrivar Landssjúkrahúsið á Facebook.

– Tað gjørdi hon ikki. Í øllum førum fyribils. So í gjár vóru fólk í Hoydølum og tóku skeltini niður. Tey verða tó ikki burturbeind.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder