Tvær tær fyrstu bøkurnar í Narnia-røðini eru nú aftur at fáa eftir at hava verið útseldar í nógv ár.
Talan er um bøkurnar Systursonur gandakalsins og Leyvan, gívurin og
klædnaskápið, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2005.
Heimskenda bókarøðin eftir C. S. Lewis um gandaheimin Narnia hevur hugtikið bæði ungar og vaksnar lesarar kring heimin, líka síðan tær komu út á fyrsti sinni í 1950’unum.
Søgurnar siga frá frálíku upplivingunum hjá børnum, ið verða tveitt inn í eina aðra verð, har tey gerast partur av bardaganum millum tað góða og tað ónda. Leyvan Aslan og aðrar undurverdar verur hjálpa teimum í stóra stríðnum, ið krevur dirvi, treyst og sterkt vinalag.
Í 2005 sluppu føroyskir lesarar at uppliva stórfingnu ævintýrini um talandi djór og ferðirnar hjá børnunum inn í ein dreymaheim á føroyskum máli. Theodor Hansen týddi seks av teimum sjey bókunum úr enskum, meðan Carl Jóhan Jensen týddi Leyvuna, gívrina og klædnaskápið. Pauline Baynes myndprýddi. Bøkurnar eru innbundnar og eru ávikavist 180 og 150 blaðsíður.
Bókarøðin er týdd til 47 mál, og 120 milliónir eintøk eru seld kring heimin. Søgurnar úr Narnia eru eisini gjørdar til bæði film og sjónvarpsrøð. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav allar sjey bøkurnar út á føroyskum millum 2005 og 2010.
Bókadeild Føroya Lærarafelags
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald