Í dag støðgaði samferðslan í kinesiska býnum Wuhan – ein býur við 11 milliónum íbúgvum. Býrurin er settur karantenu tí ein nýggj ókend lungnasjúka eftir øllum at døma er komin hiðani. Higartil hava 17 fólk latið lív og umleið 600 eru smittað, upplýsa kinesiskir myndugleikar.
Ein kvinna sigur fyri AFP tíðindastovuni, at hon royndi at koyra úr býnum í egnum bili, men at hon varð støðgað av varðhaldsfólkum, sum høvdu sperrað leiðina inn á motorvegin.
Og nú verður ein annar býur, Huanggang, 75 kilometrar eystan fyri Wihan, eisini stongdur. frá á midnátt lokala tíð fingu teir 7 milliónir borgararnir í býnum bann fyri at ferðast til og úr býnum.
Alheims heilsufelagsskapurin, WHO, ivast í, um slík tiltøk hava nakra ávirkan.
Enn er ongin heilivágur funnin móti lungnasmittuni.
WHO hevur staðfest, at virusið smittan millum fólk, men tey vita ikki hvussu smittandi tað er, men okkurt bendir á, at sjúkueyðkennini eru heldur veik, verður upplýst úr universitetinum í Genève. Og tað verður ikki væl móttikið, tí tá fólk ikki gerast so sjúk, so kann tað føra til at tey ferðast og flyta seg og smitta enn fleiri fólk.
Í Kina halda tey nýggjár í hesum døgum og nógvar milliónir fólk fara at vitja familju og vinur um um høgtíðina. Harvið kann virusið breiða seg, serliga har ferðandi stúgva seg saman í bussum, tokum og flogførum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald