Innanlands

Nú eru tvey innløgd vegna koronu

636 tilburðir vórðu staðfestir í teimum 2.981 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-28 17:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir fleiri dagar uttan innleggingar, eru nú tvey innløgd vegna koronu, skriva myndugleikarnir á korona.fo.

636 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár, sambært nýggjastu tølunum hjá landslæknanum. Hesir tilburðirnir vórðu staðfestir í 2.981 kanningum.

Hetta merkir, at 4.832 í løtuni eru smittað við koronu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder