Innanlands

Nú eru yvir 100.000 koppsetingar framdar í Føroyum

Tað verður helst eisini skjótt, at helmingurin av íbúgvunum, ið eru yvir átjan ár, er koppsettur tríggjar ferðir

2022-01-12 17:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í eitt ár og næstan tvær vikur hevur dúgliga verið koppsett fyri koronu í Føroyum, og eftir koppsetingarnar í gjár, týsdagin, er samlaða talið av koppsetingum komið uppum 100.000. 

Hetta hevur korona.fo kunngjørt við at kunngerða tølini frá í gjár sum vóru: Samanlagt 221 koppsetingar - átta fólk fingu fyrsta prikið, seks fingu koppseting nummar tvey, og 207 fólk fingu triðja prikið.

Nú hava 41.529 fólk fingið fyrru koppsetingina. 40.695 fólk hava fingið seinnu koppsetingina. 17.843 fólk hava fingið trý prik - hetta svarar til 44,2 prosent av teimum, ið eru yvir átjan ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder