Innanlands

Nú eru yvir 15.000 koppsett tríggjar ferðir í Føroyum

Og yvir 97.000 koppsetingar eru gjørdar samanlagt. Í kavarokinum í gjár vórðu 178 fólk koppsett fyri koronu, skrivar korona.fo - eingin fyri fyrstu ferð. Eitt ávíst stríð hevur nú tikið seg upp um koppsetingarnar

2022-01-05 12:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kavarokinum í gjár, 4. januar, vórðu 178 fólk koppsett fyri koronu. 173 fólk fingu triðja prikið, og fimm fingu koppseting nummar tvey.

Harvið var eingin, ið varð koppsettur fyri koronu fyri fyrstu ferð, men tað er ikki óvæntað, tá 92,6 prosent av íbúgvunum, ið eru yvir tólv ár - 41.451 fólk . longu eru koppsett.

40.555 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og nú hava yvir 15.000 fólk - 15.136 - fingið trý prik. Hetta seinna talið svarar til 37,4 prosent av teimum, ið eru yvir tólv ár.

Tilsamans 97.143 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum. Nakað av óvissu er um, hvussu verður við teimum framhaldandi, tí stríð hevur tikið seg upp um, hvør skal taka sær av koppsetingunum. Tær sum eru í Klaksvík, tekur Apoteksverkið sær av, og børn millum 5-11 skulu til kommunulækna fyri at koppseta seg. Kommunulæknafelag Føroya vil koppseta øll og vil hava avtalu um tað, men hetta er ikki komið í lag. 

Les eisini: Stríð er um koppsetingar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder