Innanlands

Nú eru yvir 4.000 koppsett tríggjar ferðir fyri koronu

Tað er tíggju prosent av teimum, ið eru yvir tólv ár. 621 koppsetingar vórðu gjørdar í gjár

420 vórðu koppsett fyri triðju ferð í gjár (Mynd: Ólavur Frederiksen)

420 vórðu koppsett fyri triðju ferð í gjár (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-11-23 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meira ferð er komið á koppsetingargongdina í Føroyum, og tað kemur í stóran mun av, at gongd er komið á geva triðja prik. 

Í gjár fingu 420 fólk hetta, men 201 onnur vórðu eisini koppsett fyri koronu: 47 fólk fyri fyrstu ferð og 154 fólk fingu prik nummar tvey. 

Nú hava 41.040 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 38.967 fólk hava fingið koppseting nummar tvey, og 4.403 fólk hava fingið trý prik - hetta seinasta svarar til 9,9 prosent av íbúgvunum í Føroyum yvir tólv ár. Beint undir 92 prosent eru koppsett í minsta lagi eina ferð.

Tilsamans 84.411 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum, upplýsir korona.fo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder