
Í gjár, mánadagin 13.desember, vórðu 627 fólk koppsett fyri koronu.
Tað er í stóran mun triðja koppsetingin, ið fólk fáa hesa tíðina. Tað sæst væl í tølunum frá í gjár, sum corona.fo hevur kunngjørt.
27 fólk fingu fyrra prikið, 104 fingu koppseting nummar tvey, og næstan 500 fólk - 496 - fingu triðja prikið.
41.299 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 40.164 fólk hava koppseting nummar tvey. Nú hava 8.771 fólk hava fingið trý prik - hetta svarar til 19,6 prosent av teimum yvir tólv ár.
Hetta talið fer helst at vaksa nógv næstu tíðina, nú nógv fokus hjá myndugleikunum hevur verið á, at neyðugt er við í øllum førum einari koppseting afturat.
Tilsamans 90.234 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald