2021-03-17 12:40

Í gjár vórðu 203 fólk koppsett í Føroyum. Hetta skrivar corona.fo, sum upplýsir at talan var í stóran mun um persónar 65 ár og eldri, sum fáa persónliga røkt og hjálp við tí praktiska.
185 fingu fyrra prikið og 18 fingu seinna prikið í gjár. 5.173 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 3.997 hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett.
Hetta merkir, at tað tilsamans eru 9.170 koppsetingar gjørdar í Føroyum.
Les eisini: 100 fólk sum ikki áttu tørn fingu burturav
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald