Tað var í desember, at Katrina Maria Christiansen gav kalendara fyri 2020 út. Umframt, at skil lættari kann haldast á tíðini, inniheldur kalendarin eisini 18 nýggjar lokkandi myndir av 27 ára gomlu havnardamuni.
Kalendarin verður seldur umvegis útlendska skipan, og møguligt hevur ikki verið at bílagt heim til Føroya. Hetta gjørdi Katrina Maria vart við tá, men nú er loysn funnin. Hon hevur fingið fatur á fleiri kalendarum, sum allir koma til Føroya. Sagt verður, at áhugaði kunnu venda sær til Katrinu Mariu á Instagram, og síðani fáa upplýsingar um hvar kalendarin fæst.
Katrina Maria Christiansen er ein væl umtókt kvinna. Fleiri enn 70.000 fylgja henni á Instagram, har hon millum annað leggur nógv tilfar út um sítt yndislið, Manchester United. Javnan er hon at síggja í alskyns miðlum kring heimin sum vakrasti United-fjeppari.
Les eisini: Ein jólagáva til sínar fylgjarar
Les eisini: Løgtingslimur: Føroyskir miðlar eiga ikki at vísa myndir av úrlatnum konufólki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald