Innanlands

Nú fær Tórsbreyt ljós

Íðkarar, ið nýta Tórsbreyt, hava í langa tíð borið fram ynski um, at ljósviðurskiftini skulu betrast

1 millión er sett av til ljósviðurskifti á Tórsbreyt á fíggjarlógini fyri 2020

1 millión er sett av til ljósviðurskifti á Tórsbreyt á fíggjarlógini fyri 2020

2019-12-05 16:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú fáa rennarar og onnnur, sum íðka á Tórsbreyt, ordilig ljósviðurskifti. Fíggjarætlanin fyri 2020 er samtykt, og har er játtað 1 mió.kr til at seta eina ljósmastur upp við breytina. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Íðkarar hava leingi víst á, at tørvur er á hesum. Kommunan vísir á, at nú verður betri sýnið og í høvuðsheitinum verður tað lættari at íðka um veturin.

Eisini verður trygdin á og kring breytina betri, tá venjingi í spjótkasti, kúluvarpi og kúlukasti fer fram.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder