Innanlands

Nú fara avmarkingarnar úr gildi

Yvir 34.000 koronutilburðir eru staðfestir í 778.000 kanningum seinastu tvey árini – Nú verður ikki longur mælt til at lata seg kanna ella fara í sóttarhald, og seinasta freist at bíleggja kanning frá Sjúkrahúsverkinum er í dag

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-28 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Føroya fólk vendir nú aftur til ein vanligan gerandisdag, har korona ikki fyllir alt. Seinastu tilmælini um koronaavmarkingar verða tikin av, galdandi frá í dag, 28. februar.

Soleiðis eru boðini á heimasíðuni korona.fo í dag.

Hetta merkir, at tað ikki longur verður mælt til, at fólk lata seg kanna fyri korona og/ella fara í sóttarhald.

Sjúkrahúsverkið gevst við at hópkanna

Frá 1. mars verða koronukanningar ikki longur eitt ókeypis alment tilboð.

Hetta merkir sostatt, at at í dag er seinasti dagur, har ein kann bíleggja koronukanning á korona.fo.

Tað eru tvey ár síðani, fysta koronukanningin varð gjørd í Sjúkrahúsverkinum í Føroyum. Hon varð tó greinað á Statens Serum Institut í Danmark, men skjótt bar til at gera hetta í Føroyum eisini, og hava kanningar verið greinaðar á Heilsufrøðiliga Starvsstovuni og Thetis síðani.

Tey, sum framyvir skulu lata seg kanna í sjúkrahúsverkinum, fáa boð um tað frá avvarðandi lækna ella heilsustarvsfólki, og tey, sum skulu hava eina PCR-kanning av øðrum orsøkum, t.d. í sambandi við feriu ella arbeiðsørindum uttanlands, mugu tí venda sær til privata kanningarstovu.

Tilmælið um sóttarhald fyri tey, sum eru smittað við koronu, er eisini farið úr gildi. Tað er nú upp til hvønn einstakan at meta um, um vandi er fyri at smitta onnur, verður sagt.

778.000 kanningar

Seinastu tvey árini eru 778.000 koronukanningar gjørdar í Føroyum, og umframt privatu kanningarstøðirnar, hevur Sjúkrahúsverkið eisini havt kanningarstøðir kring landið.

Umframt høvuðsstøðirnar í Havn, Klaksvík og á Tvøroyri, hava kanningarstøðir eisini verið á Sandi, Vestmanna, Vágum, Oyrabakka, Runavík og Nólsoy. Eisini hevur verið kannað á útoyggj.

Sambært Sjúkrahúsverkinum hava tey gjørt stívliga 500.000 kanningar tilsamans hesi tvey árini. Hetta svarar til, at hvør føroyingur í miðal hevur kannað seg 10 ferðir. Januar 2022 gjørdist metmánaður, tá næstan 90.000 kanningar vórðu gjørdar.

34.000 tilburðir

34.237 smittutilburðir eru staðfestir í Føroyum seinastu tvey árini, og 28 fólk eru deyð við koronu. Í fimm umførum hava Føroyar tó eisini verið staðfestir koronufríar seinastu tvey árini – Seinast var í apríl í fjør.

93 prosent av øllum borgarum, ið eru 12 ár og eldri, eru koppsettir fyri koronu, harav 91,1 prosent eru koppsett tvær ferðir, og 53 prosent eru koppsett tríggjar ferðir.

Hetta svarar til, at 77,7 prosent av samlaða fólkatalinum – 41.715 fólk – eru koppsett fyri koronu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder