Innanlands

Nú fara flestu tilmæli úr gildi - men ikki savningarmarkið

Á midnátt fara fleiri av galdandi koronutilmælunum úr gildi. Savningarmarkið upp á 100 fólk verður kortini galdandi ein mánað afturat

Fleiri hundrað fólk til hondbóltsdyst í Høllini á Hálsi um miðjan januar. Men hildið verður fast um tilmæli um savningarmarkið til 28. februar (Mynd: Sverri Egholm)

Fleiri hundrað fólk til hondbóltsdyst í Høllini á Hálsi um miðjan januar. Men hildið verður fast um tilmæli um savningarmarkið til 28. februar (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-31 22:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsstýrið legði fyri tíggju døgum síðani fram eina exit-ætlan. Seinastu stigini verða næstu vikurnar tikin móti gerandisdegnum, sum tað so vakurt ljóðaði.

Í grundini eru fá tilmæli eftir, nú vit um eina løtu fara framvið midnátt.

Seinastu ferðafólkini eru kannaði við landamarkið. Nú skulu nakrar treytir lúkast áðrenn ein kann bíleggja sær koronukanning, og so skulu tey flestu ikki longur í sóttarhald, um tey hava havt tætt samband við ein smittaðan.

Tey flestu, tí í fyrsta umfari verða sóttarhaldsreglurnar linkaðar fyri fólk sum eru koppsett. Tað verður soleiðis, at tey sum eru koppsett ikki skulu í sóttarhald, um tey hava havt tætt samband við ein smittaðan. Nógv broytist eftir øllum at døma uppá 14 dagar, og frá 15. februar skulu ókoppsett heldur ikki í sóttarhald eftir tætt samband við ein smittaðan.

Eitt, sum kortini kann undra er, at savningarmarkið framvegis er galdandi, og verður galdandi til 28. februar á midnátt, tá allar koronuavmarkingar verða tiknar av. Hetta er tó treytað av, at “Sjúkrahúsverkið ikki er undir trýsti og at aðrir týdningarmiklir stovnar í samfelagnum hava eitt vanligt virksemi”, sum tað verður sagt.

Í Danmark fara allar avmarkingar úr gildi 1. februar, í morgin. 

----

Landsstýrið hevur gjørt ætlanina í samráð við farsóttarnevndina og heilsumyndugleikan:

Frá 21. januar

• Savningarmarkið er framvegis 100 fólk, men har umstøðurnar loyva tí, kunnu fleiri enn 100 fólk savnast.

• Fyrireikarar kunnu venda sær til koronaráðgevingina fyri at fáa nærri vegleiðing. Teldupost: [email protected]

Frá 1. februar

• Náttarlív og matstovur kunnu hava opið sum vant.

• Sóttarhaldsreglurnar verða linkaðar soleiðis, at fólk sum eru koppsett skulu ikki í sóttarhald, um tey hava havt “tætt samband” við ein smittaðan.

• Mannagongdin í samband við koronakanningar verður broytt. Tey sum skulu kanna seg fyri korona, gera hetta við eini skundkanning.

• PCR kanningar skulu 1. februar bert nýtast til:

  - Fólk við sjúkueyðkenni

  - Tøttu kontaktirnar hjá teimum, sum er smittað. Tað vil siga húskið.

  - Fólk sum hava fingið positiva skundkanning.

Frá 15. februar

• Sóttarhaldsreglurnar verða linkaðar soleiðis, at bert tey sum eru smittað, sum skulu í sóttarhald.
Tað vil siga fólk, sum hava eina positiva skundkanning ella positiva PCR kanning.

Frá 28. februar

• Allar koronaavmarkingar verða tiknar av.
Hetta er treytað av, at sjúkrahúsverkið ikki er undir trýsti og at aðrir týdningarmiklir stovnar í samfelagnum hava eitt vanligt virksemi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder